Starlight og 005 á jóansøku

Jóansøkudansur er í Vági um vikuskiftið og kendir bólkar fara á pallin. Í kvøld og leygarkvøldið spælir bólkurin 005 til dans og teir hava sangarinnuna Jonhild A. Nielsen við sær. Bólkurin er settur saman av royndum tónleikarum, sum ofta hittist til serstøk høvi í hesum bólkinum.

005 spælir bæði kvøldini í høllini á Eiðinum í Vági.

Leygarkvøldið fer eisini bólkurin Starlight á pallin. Teir vóru frammi í áttatiárunum, men hava havt onkra framførslu aftur nú tey seinnu árini.

Teir fara at spæla í VB Húsinum leygarkvøldið.