Ei gloymi teg
tú smíltist til mín
sum ung
tey føgru minni goymi.
Bláu eygu tíni
sum havið djúpa
hárið fleyt yvir akslar
sum búnaður akur.
Við angandi blómum
í fangi
tú teskaði til mín
við ástardragandi hita.
Føgur sum fjallabrúður
kærleiki tín
sum kínandi sól
á døggdryppandi rósu.
Lat meg fáa ein koss góða
so eg kann verða glaður
stroy sólgull á lívsins veg
tøkk eg aldri gloymi teg.