Star Wars-filmur floppar

Nýggi Star Wars-filmurin »Solo: A Star Wars Story« hevur fingið kaldliga móttøku millum fólk og ummælarar, og tað sæst aftur í søluni.

Longu tá filmurin varð frumsýndur á filmsstevnuni í Cannes, vóru ábendingar um, at filmurin fór ikki at verða væl móttikin. Ummælarar vóru tá sera atfinningarsamir ímóti filminum. 

Vanity Fair skrivar, at higartil hevur filmurin selt biografatgongumerki fyri 732, og tað er langt frá teimum 1,5 milliardum krónunum, sum filmurin kostaði at framleiða. Hesin seinasti filmurin kann tí verða tann fyrsti í Star Wars-røðini, sum gevur hall. 

Vanity Fair skrivar, at ein orsøk til vantandi undirtøkuna kann vera, at framleiðslan av filminum varð órógvað. Leikstjórar vóru sekkjaðir, og partar av filminum máttu takast upp umaftur. Eisini verður nevnt, at júst hendan filmssøgan tykist verða óneyðug og ikki nóg spennandi fyri Star Wars-fjepparar.