Síðani 16. desember hava fólk ring allan heimin – eisini her í Føroyum – havt møgleikan at síggja nýggjan film í Star Wars røðini. The Force Awakens kallast filmurin, har nógvar av teimum gomlu sjónleikarunum – eitt nú Harrison Ford, Carrie Fisher og Mark Hamill – spæla við.
Áhugin fyri filminum hevur verið ovurhondsstórur, og roknað verður við, at áðrenn hendan vikan er av, hevur filmurin selt atgongumerki fyri eina milliard dollarar – tað eru slakar sjey milliardir krónur.
Ongantíð áður hevur ein biograffilmur spælt so nógvar pengar inn fyrstu tíðina eftir frumsýningina.
Búskaparmiðilin Bloomberg metir, at The Force Awakens fer fyrsta árið at selja fyri 65 milliardir krónur.