Skaðin var somikið álvarsligur, at skipið fór at leka, og neyðarkall varð sent út beinanvegin. Støðan gjørdist so hættislig, at manningin mátti ríma av skipinum.
Verjuskipið Fylla, sum var komið til hjálpar, tók manningina upp og fór til lands við henni. Tjaldrið, sum eisini kom til hjálpar, fekk ein enda umborð á Star Firth og sleipaði skipið inn á Lopra. Tá var so nógvur sjógvur komin í skipið, at tað sakk við bryggjuna.
Eftir at froskmenn høvdu tett lekan, sum skipið hevði fingið framman, varð sjógvurin pumpaður úr lastini. Skipið varð síðan tikið upp á sleipistøð og skaðin umvældur.
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1977
Myndatekstur:
“Star Firth” fekk ein brotasjógv og sakk við bryggjuna í Lopra