Star Breeze varð álopið av rakettgranatum

Snotiligt ferðamannaskip liggur í løtuni við bryggju í Havn, og júst hetta skipið hevur roynt nakað, ið flestu onnur ferðamannaskip ikki hava roynt.

Star Breeze er bygt í 1989 í Schichau Seebeckwerft í Bremerhaven í Týsklandi, og æt Seabourn Spirit fram til 2015, tá tað varð keypt av norska Windstar Cruises og skifti navn til Star Breeze.

Undir navninum Seabourn Spirit sigldi tað nógv í Afrika, og var tað har eina ferð undir álopi av somalskum sjórænarum.

Í 2005 sigldi Seabourn Spirit uttan fyri somalsku strondina, tá tveir skjóttgangandi bátar løgdu á tað. Skotið varð við maskinbyrsu og rakettgranatum eftir skipinum, og motorurin til eina rakettgranat hevði skorað seg fastan í vegginum á maskinrúminum. Fráboðanir vóru eisini um, at ein rakettgranat stakk av hekkuni á sjógv.

##med2##

Eingi av teimum 115 ferðafólkunum umborð fingu mein av tilburðinum, men skipsførarin varð raktur av spreingiflís - antin frá maskinbyrsu ella granat - meðan hann royndi at styggja sjórænararnar burtur við akustikktóli, ið letur frá sær hart og órógvandi ljóð.

Tað eydnaðist at reka sjórænararnar burtur, og trygdaryvirmaðurin og skipsførarin, ið var fyrrverandi gurkha hermaður, fingu heiðursmedalju frá Elisabeth drotning fyri dirvi teirra.

Star Breeze er 134 metrar langt, góðar 20 metrar breitt og tekur 205 ferðafólk.

Star Breeze, sum siglir undir bahamiskum flaggi, er komið á havnina úr Reykjavík og fer víðari til Kirkwall kl 18 í dag.