Stantum í Streymnesi

NSÍ er í góðveðrinum í kvøld á veg úr Sundalagnum og til Runavíkar við einum stigi í viðførinum. Úrslitið í Streymnesi var 1-1, eftir at heimaliðið í hálvleikinum var frammanfyri 1-0.

Talan er um kærkomið stig. Tað er kærkomið, tí EB/Streymur í 1. hálvleiki var greitt omaná og tað sama kundi havt verið frammanfyri við meiri enn einum máli, og tað er kærkomið, tí tað ber við sær, at frástøðan fcrá oddaliðnum NSÍ og aftur til næsta kappingarneytan er tann sama, sum hon var undan hesum umfarinum.

Arnbjørn Hansen legði EB/Streym á odda tíðliga í 1. hálvleiki, og seint í 2. hálvleiki var tað innskifti Árni Frederiksberg, sum skoraði fyri NSÍ.

Síðstu løtuna royndi EB/Streymur av álvara at leggja trýst á, men tað eydnaðist ikki at skora, hóast málverjin Rene Tórgarð var í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, tá ið síðsta hornasparkið varð lagt innfyri.

Hetta var onnur ferðin í fimm dagar, at NSÍ og EB/Streymur hava spælt javnt. Fríggjakvøldið endaði landskappingardysturin við Løkin í Runavík 0-0

 

EB/Streymur-NSÍ 1-1 (1-0)

Dómari: Ransin Djurhuus

1-0: Arnbjørn Hansen 7.

1-1: Árni Frederiksberg 85.

EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Sorin Anghel, Egil á Bø, Alex dos Santos - Gudmund Nielsen (Kristoffur Jakobsen, 55.), Pauli G. Hansen, Brian Olsen (Leif Niclasen, 63.), Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen (Arnar Dam, 78.) - Arnbjørn T. Hansen

Gult kort: Pauli G. Hansen

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen (Debes Danielsen, 46.), Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Árni Frederiksberg, 78.)

Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Bogi Løkin, Heðin á Lakjuni

 

------------

 

40 min.

1-0

Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið alla tíðina. EB/Streymur tykist hava funnið gamla snittið fram aftur, sum teir í Sundalagnum plagdu at vera kendir fyri.

 

-----------

 

20 min.

1-0

Heimaliðið er nógv meiri ágangandi, enn teir í NSÍ hava verið. Frammi á vøllinum eru Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen, Gudmund Nielsen og hinir sera væl upplagdir, og teir finna væl saman í skjótum samanspæli, og Pauli G. Hansen og Brian Olsen hava gott tak á verjukenda miðvøllinum.

NSÍ er eitt sindur undir trýsti.

 

-----------------

 

10 min.

1-0

Heimaliðið í Streymnesi er sera ágangandi, og í 8. minutti lá bólturin í málinum aftanfyri Andras Gango. Gert Hansen kastaði innkast inn fyri málið, og har var beiggi hansara, Arnbjørn T. Hansen, hægstur, og við høvdinum stýrdi hann bóltin í málið.

Líkindini eru góð at spæla fótbólt við Margáir.

 

---------

 

5 min.

0-0

Heimaliðið hevur lagt bragdligari fyri. EB/Streymur tykist vilja hava ferðina upp, teir skunda sær við deyðbóltsstøðum, og teir hava fyrstu løtuna havt innlegg og hornaspark.

 

---------

 

Liðini hava dystast tríggjar ferðir í ár. Í steypadystinum í Streymnesi vann EB/Streymur, sum seinni vann steypakappingina, 1-0 á NSÍ. Síðani eru tveir landskappingardystir spældir í Runavík. Tann fyrra vann NSÍ 2-1, og síðsta fríggjakvøld endaði tað málleyst

 

EB/Streymur-NSÍ kl. 18.00

Dómari: Ransin Djurhuus

EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Sorin Anghel, Egil á Bø, Alex dos Santos - Gudmund Nielsen, Pauli G. Hansen, Brian Olsen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn T. Hansen

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen