Stantum í stílstríði

Skála royndi serliga í 2. hálvleiki at spæla seg til sigur og øll stigini, men tað eydnaðist ikki móti KÍ, sum megnaði at verja og stríða seg til eitt stig, tí teir fingu góða úrtøku úr deyðbóltsstøðum

KÍ: 2 bóltar
Skála: 3 bóltar

 
Tað var dramatikkur og spenningur í Klaksvík sunnudagin. Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð var 2-2. Skálamenn vóru komnir á stigatalvuna, og í søguligum baksýni er eitt stig í Klaksvík ikki so galið.
                      Men tað var ikki undarligt, at skálamenn fóru um fjørðin við kensluni av, at teir heldur høvdu mist tvey enn vunnið eitt stig. Í 2. hálvleiki vóru tað teir, sum vóru omaná. Teirra venjari er tann mest royndi og vinnandi í landinum, og hjá Jóhan Nielsen er tað einki sum eitur. Hansara lið skal spæla seg til stig og sigrar.
Skálamenn hava fólk til at spæla og samstundis at vera vandamiklir. Alexandur Johansen er við at koma í gir aftur, eftir at hann leingi hevur verið skaðaplágaður. Saman við Jónhardi Frederiksberg, Boga Gregersen og Bjarna Jørgensen er hann rappfótaður og hugflogsríkur. Á miðvøllinum var Pauli G. Hansen enn eina ferð snaringspunktið, og eldhuginum og stríðsviljanum hjá Pæturi Dam Jacobsen bilar ongantíð nakað.
                      Undan steðginum kendist tað ikki heilt sannførandi, og hóast tað ongantíð var, sum tað onkuntíð hevur verið, so var Skála í 2. hálvleiki væl betri í fótbóltsspælinum, og tað hevði stóran týdning, at teir mesta partin av tíðini vunnu returbóltarnar.
 
Deyðbóltarnir besta vápnið
Klaksvíkingarnir vóru verjukendir. Høgni Madsen hevði aftur hesa ferð mest fingið leiklutin sum miðverji frammanfyri sera trygga Atla Danielsen. Í høgra borði hevði KÍ eitt sindur av tyngd í vongspælinum, meðan tað var truplari at sleppa ígjøgnum í verjuborðinum hjá Bárði Danielsen, sum varð væl bakkaður upp av Rúna Rasmussen.
Serliga í 1. hálvleiki gjørdu skálamenn nógv fríspørk á egnari hálvu. KÍ dúvaði nógv upp á deyðbóltsstøðurnar, og tað vóru spentar støður í brotsteiginum frammanfyri Eugen Voda. Konseptið hjá KÍ var at spæla beinleiðis og langar sendingar fram til Ova Nysted og Paul Clapson, og harvið var tað so sum so við poleraða miðvallar samanspælinum.
                      Fyrsta møguleikan átti Skála í 4. minutti, men Marek bjargaði á strikuni, tá ið Bogi Gregersen hevði roynt við høvdinum. Tá ið eitt korter var farið, var aftur vandi á ferð frammanfyri Meinhardti Joensen í KÍ málinum, sum við framúr bjarging fekk kveistrað royndina frá Boga Gregersen upp um tvørtræið.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki fekk Skála endiliga úrtøku. KÍ verjan megnaði ikki at beina burtur eftir langa framlegging, Alexandur Johansen sneiddi til baklinjuna og út frá aftur, og Bjarni Jørgensen møtti innlegginum við høvdinum, og so var fagnaður millum teir oranjulittu.
                      Átta minuttir undan hvíldini svaraði KÍ aftur. Iulian Florescu sendi horna úr høgru og dygst inn við stólpanum, har Ovi Nysted átti síðsta fótin á. So pískaði KÍ eina løtu, og fýra minuttir undan hvíldini endaði deyðbóltsstøða aftur við KÍ máli. Iulian sendi fríspark í brotsteigin, har Eugen Voda og Ovi Nysted stríddust. Eftir fleiri returar var Paul Clapson fyrstur á, og so var KÍ á odda og heimahýrurin góður í steðginum.
                      Javnvág kom í roknskapin beinanvegin eftir steðgin. Enn eina ferð var Alexandur Johansen upp á spæl í vinstru. Klaksvíkingar vildu hava rangstøðu, tá ið bólturin kom innfyri. Tað vóru uppmenninir ikki samdir við teimum í, og Bogi Gregersen sveik ikki, tá ið hann var leysur.
                      So var tað, at leikligu dygdirnar hjá Skála komu alt meiri til sjóndar, og gloppið millum keturnar hjá heimaliðnum gjørdist stórt. Jónhard og Pauli høvdu góðar royndir, og í næstsíðsta minutti vóru teir tvær ferðir heilt tætt við, men teir fingu ikki mál, eitt nú tí Atli Danielsen ofraði seg heilt og fult og blokeraði.
                      Eina av fáum KÍ royndum hevði Harley Bertholdsen, sum stríddist væl og vísti mót í framrættaða spælinum. Eugen Voda bjargaði fínt til horna, sum einki spurdist burturúr. Tað hevði verið mest sum ov nógv av tí góða, um KÍ eisini í triðja førinum hevði fingið fulla nyttu burturúr deyðbóltsstøðu.