Komandi mikukvøld kl. 20 hevur fuglfirðingurin Stanley Samuelsen útgávukonsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Stanley hevur júst givið út nýggja fløgu: "Sól og Regn". Saman við Stanley vera eisini Gert Smedegaard, trummur og percussion og Knút Henriksen, bas. Hesir báðir eru ikki ókendir í tónleikahøpi, teir hava spælt saman við C.V. Jørgensen, Cornelis Vreeswijk o.ø.
Stanley fer eisini at hava konsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hósdagin 15. desember kl. 20 og í Fjørukrónni í Vestmanna fríggjadagin 15. desember kl. 20.30