Stanley Samuelsen og kúll­arnir vóru eminentir í Miðla­húsinum

Fitt av fólkið var komið saman at hoyra Stanley Samuelsen, saman við vin­­monnum framføra í miðla­­hús­inum miku­kvøld­­ið. Sjálvur hevði eg eis­ini leita mær om­an fyri at hoyra hend­an eina­standandi guitar­spælari og trobadour framføra, og var vitjanin í Miðlahúsinum tað verd.
Vit sum møttu har fingu eina tónleikarliga uppliving í serklassa.
Hóast publikummið var nakað tamt í byrjanini - sum føroyingar vanliga eru - so gekk ikki long tíð, til Stanley og hansara kúllar høvdu bergtikið okkum øll.
Tann sera góða song­røddin, góða guitarspæli saman við trummum og góðum bassspælið fylti hvønn krók og okkum við.
Ein merkti og hoyrdi at Stanley livir og brennir fyri tónleikinum, og fram­­førslan var full av følils­um fyri Føroyum, náttur­uni, til lívinum.
Sangir sum:
Sólin ber við fulgasong
Kærleikur til móðurjørð,
Fyld mine Sejl
Morgendagens Lys
Horvin Kvøldmynd

Saman við fleiri av hans­ara songperlum frá fyrru útgávum hansara, gjørdi framførsluna til ein góða uppliving fyri okkum sum lýddu á.
Tykkum, sum ikki vóru og lýddu á, vil eg mæla til at keypa fløguna Sól og regn, - hon er verd at keypa.
Stanley segði einafer at Beatles er eisini mentan. Eg vil venda hansara egnu orðum til hann sjálvan, - Stanley er mentan tað er vist.
At enda vil eg her­við siga Stanley og Kúll­un­um takk fyri eina góða framførslu og blíður byrð­ur ynskist tykkum.

Heilsan
Johan Dahl