Fólkakæri sangarin úr Fuglafirði, sum hevur dvælst størsta partin av ævi síni í Danmark, kemur til Føroya at spæla fleiri konsertir eftir páskir.
Fimm konsertir eru fyrireikaðar - og fleiri verða at síggja á Facebook seinni, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
10. apríl klokkan 22 í Havn á Kafé Kaspar
15. apríl klokkan 20 í Vestmanna, Staðið
16. apríl klokkan 19:30 í Samljóð í Skopun
17. apríl klokkan 20:30 í Spaniastovu í Klaksvík
18. apríl klokkan 18 á Café Chill í Kollafirði.










