Stanley í Århus

Føroyski vísusangarin Stanley Samuelsen støkkir leygarkvøldið 19. mai inn á gólvið hjá føroyingfelagnum í Århus

Stanley Samuelsen fer á konsertini at spæla sangir av vælumtóktu fløgunum “Um eg kundi kvøðið” og “Sól og regn” umframt onnur løg burturúr stóru rúgvuni av sangum, ið hann hevur spælt millum ár og dag.


Hetta er fyrstu ferð, at Stanley spælir í Áarstovu. Hann hevur oftani áður vitjað býin í tónleikaørindum, men hetta verður fyrst ferð, at føroyski vísusangurin spælir fyri einari føroyskari áhoyrarafjøld í Smilets by.


Stanley Samuelsen er føddur og uppvaksin í Fuglafirði. Hóast hann hevur búð nógv ár í útlegd, so hoyrast týðulig spor úr Føroyum í hansara tónleiki. Hann syngur á fleiri málum. À seinastu fløguni var svenskt, føroyskt, enskt og danskt umboðað. Sum vísusangari er Stanley mest kendur fyri tulkingar av føroyskum yrkingum hjá eitt nú Janusi Djurhuus og Kristiani Matras, har hann sjálvur ger løg til.


Stanley hevur verið virkin tónleikari í fleiri enn fjøruti ár. Hansara tónlistarliga yrkisleið byrjaði í bólkinum Silly Boys, sum taldist millum best umtóktu føroysku bólkarnar í sjeytiárunum. Bólkurin spældi fyri seinastu ferð á páskum í ár. Harumframt hevur Stanley verið virkin í smærri bólkum og nógv sum einstaklingur. Hann er væl umtóktur millum danir, og tað varð staðfest í 1992, tá hann fekk tillutað mentanarvirðislønina hjá LO.


Kostnaðurin verður 50 krónur fyri limir í føroyingafelagnum í Århus og 80 krónur fyri ikki limir. Tiltakið byrjar kl. 21.00


Fleiri upplýsingar finnast á www.aarstova.dk og www.stanleysamuelsen.dk