Stanley og Trio Acoustica konsert

Sunnudagin 7. september kl. 16 fara Stanley Samuelsen og Trio Acoustica at halda konsert í Norðurlandahúsinum. Stanley Samuelsen og Hanus Johansen fingu fyrr í ár listavirðisløn Miðlahúsins, Miðlaprísin, á 50.000 kr.

 

Spældir verða sangir úr teimum trimum fløgunum, Stanley hevur útgivið. Serligur dentur verður tó lagdur á seinastu fløguútgávuna ?Tíðin rennur?.

 

Aftaná steðgin fer norðurlendski bólkurin ?Trio Acoustica?, sum spælir løg frá teirra nýggjastu fløguútgávu, á pallin.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, Trio Acoustica hevur konsert í Norðurlandahúsinum. Í fjør fingu teir frá ummælarum stórt rós fyri einastandi gittarsamanspæl og kórsang teirra. Trio Acoustica spæla egin løg á føroyskum, norskum og donskum. Eisini verða framførdir onkrir klassikarar hjá Beatles, Eagles og Crosby, Stills og Nash.

 

Sagt er, at hetta er ein einastandi møguleiki møguleiki at uppliva Stanley saman við fýra fantastiskum tónleikarum frá Danmark og Noregi.