Stanley og Dickie Lee á Summar Festivalinum

Amerikanski countrysangarin Dickie Lee Erwin og føroysku fólksangarin Stanley Samuelsen fara at spæla á Summar Festivalinum komandi vikuskiftið

 

Stanley Samuelsen hevur verið virkin sum tónleikari síðani sekstiárini. Fyrst var tað í beatbólkinum Silly Boys, síðani í ymiskum bólkum og samanhangum í Danmark, hagar hann flutti í 1970. Seinnu árini hevur Stanley givið fleiri solofløgur út, og hansara tónleik hevur verið væl umtóktur – bæði á fløgu og tá hann hevur spælt konsertir.

 

Stanley er ikki bert góður sangari, hann er eisini framúr góður gittarspælari, og hann hevur skrivað eina røð av frálíkum løgum til eitt nú yrkingar hjá kendum føroyskum yrkjarum.

 

Dickie Lee Erwin er amerikanskur countrysangari, og hevur verið virkin tónleikari síðani sjeytiárini. Hann hevur áður vitjað í Føroyum og spælt saman við Stanley Samuelsen, og teir fara uttan iva at hjálpa hvørjum øðrum við framførslunum, teir skulu hava á Summar Festivalinum.

 

Dickie Lee Erwin og Stanley Samuelsen spæla á Summar Festivalinum hóskvøldið.