Stanley í Nólsoy og Skálavík

Stanley Samuelsen framførir tvær tær seinastu soloframførslurnar í vikuskiftinum, áðrenn hann aftur fer at framføra við bólki

Stanley Samuelsen framførir tvær solokonsertir í vikuskiftinum. Hesar eru seinastu konsertirnar, áðrenn hann síðan fer at framføra við bólki aftur – seinni í ár á Suðuroynni og í Norðurlandahúsinum.

Fríggjakvøldið 1. august klokkan átta er konsert við Stanley Samuelsen í bygdarhúsinum Nólsoy. Leygarkvøldið klokkan hálvgum átta framførir umtókti tónleikarin eisini í Skálavík. Atgongumerki til konsertina leygarkvøldið kunnu fáast í kunningarstovuni.