Stanley konsert í Roskilde

Í kvøld klokkan 20 verður konsert í Gimle Tanken í Roskilde við Stanley Samuelsen v/ orkestri.

 

Við sær hevur hann Jens Jefsen á kontrabass, ið er sera væl umtóktur fyri sítt lyriska og persónliga spæl og er millum teir bestu donsku jazz-bassleikararnar. Eisini eru Heidrun Petersen og Andreas Restorff við á violin og cello. Tey eru bæði uppvaksin í Havn og hava spælt við m.a. Føroya Symfoniorkestri, Aldubáruni, Brandur Enni, Budam, Eivør, The Dreams og Dánjal á Neystabø. Ì dag lesa tey á tí kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn og spæla við tí føroysku strúkikvartettini Doria. Konsertin verður í Gimle Tanken - Helligkorsvej 2 í Roskilde