Stanley í Vektarbúðini í Vestmanna

Tað er í annaðkvøld, at Stanley Samuelsen fer at framføra í Vektarbúðini í Vestmanna.

Tað er í annaðkvøld klokkan 20, at Stanley Samuelsen fer at syngja og spæla í Vektarbúðini í Vestmanna.

 

Seinasta vikuskiftið luttók Stanley í HOYMA-konsertunum í Gøtu, og í annaðkvøld er túrurin komin til Vestmannar, har vestmenningar og onnur sleppa at hoyra hann á konsert.

 

Næsta sunnudag fer Stanley Samuelsen at framføra í Hoyvíkar kirkju.

 

Tað er kommunuskrivstovan í Vestmanna, sum tekur sær av søluni av atgongumerkjum til konsertina í Vektarbúðini, og sagt verður, at pláss er bara fyri 50 fólkum til konsertina.