Tað er vorðin fastur siður, at kendi sangarin, guitarleikarin og lagsmiðurin Stanley Samuelsen, sum er ættaður úr Fuglafirði og búsitandi í Danmark, hevur konsert í Hoyvíkar kirkju stutt undan jólum. Í ár verður afturvendandi konsertin í dag, sunnudagin 20. november, klokkan 16.
Stanley er í hesum døgum aftur fløguaktuellur, tí fyrsta dagin gevur hann út eina nýggja fløgu við nógvum av teimum kendastu og best dámdu sangunum, sum hann áður hevur givið út á ymiskum fløgum. Onkur nýggjur sangur er eisini við.
Frammanundan hevur Stanley smíðað ikki færri enn 57 løg til føroyskar sangir, sum eru givnir út á fløgu. Fyrsta fløgan, ”Um eg kundi kvøðið”, kom út í 1999 og síðani komu ”Sól og regn” (2005), ”Tíðin rennur”(2008), ”Alle hjertets sange” (2011), ”Stanley live” (2011) og "oktobir" (2013).
Á fløguni "oktobir" eru burturav tekstir hjá Janusi Djurhuus. Til hetta høvi hevur Stanley gjørt tónleik til 20 av klassisku yrkingunum hjá honum. Og lítið er at ivast í, at tekstir hjá Janusi Djurhuus verða millum tilfarið á skránni í Hoyvíkar kirkju í dag, saman við øðrum góðum og sigandi tilfari.