Nú kemur kendi sangarin, gittarspælarin o g tónasmiðjurin, Stanley Samuelsen, við nýggjari fløgu.
Tað er ikki sørt av eini avbjóðing, tí á fløguni hevur hann skrivað tónleik til til 12 yrkingar hjá meginskaldinum, Janusi Djurhuus.
Fløgan hevur fingið heitið ”Oktobir” og hetta er sætta soloútgávan hjá Stanley.
Tónleikurin er skrivaður í 2011, og tær flestu yrkingarnar á hesi fløgu skrivaði Janus Djurhuus longu sum ungur studentur í Keypmannahavn fyri yvir hundrað árum síðan.
- Janus Djurhuus er ein yrkjari, sum gevur mær nógvan íblástur. Fleiri av yrkingum hansara eru tíðarleysar og universellar, sigur Stanley Samuelsen.
- Tá ið eg lesi hansara yrkingar, fái eg hug at spæla og syngja orðini. Tær eru eisini ein týdningarmikil partur av einum mentanararvi, sum eg eri errin av at bera víðari, leggur hann afturat.
Tónleikararnir á fløguni eru øll roynd og viðurkend fólk.
Millum annað er heimskenda danska floytuspælarin, Michala Petri, við á fløguni.
- Úr Italia er ungi violinsnillingurin, Marco Santini við á fløguni og hann kemur eisini til Føroya at vera við á útgávukonsert, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið.
Við fløguni er eisini ein bóklingur við stuttum teksti á enskum um hvørja yrking, tað er Hanus Kamban, sum hevur skrivað tekstin til júst hesa útgávuna.