Stanley hitar upp til Summar Festival í Miðlahúsinum

Talan er um eina jamløtu, har vælumtókti fólkasangarin fer at spæla løg frá fløgum sínum Nú summarfestivalurin stendur fyri framman og ikki øll hava umstøður at hoyra tónleikin har, fer Stanley Samuelsen saman við vinmonnum at hava eina jamløtu í Miðalahúsinum í kvøld klokkan 20. Stanley fer at spæla løg av teimum tónleikafløgunum hann hevur givið út og sum verða við á konsertini í Klaksvík um vikuskiftið.