Stanley hevur konsertir

Leygarkvøldið klokkan 20 hevur Stanley Samuelsen konsert í Ribarhúsi í Fuglafirði, og klokkan 16 sunnudagin hevur hann konsert í Hoyvíkar kirkju.

Hetta er triðju ferð, at Stanley Samuelsen er at hoyra í Hoyvíkar kirkju í adventini.

Hann hevur gjørt nýggjan tónleik til 12 yrkingar hjá J. H. O. Djurhuus og fer at spæla nakrar av nýggju sangunum.v

Til ber at hoyra sangin Oktober á youtube, bæði í eini live upptøku frá eini konsert í Sct. Catherines Church í Vilnius, har Stanley sang í oktober, og í eini upptøku úr studio.

Í báðum førum var tað saman við italska violinistinum Marco Santini.