Í kvøld klokkan 21 er sendingin Hvonn Live aftur á skránni við áhugaverdum gestum og góðum tónleiki. Vertir hesaferð eru Mirjam Pætursdóttir og Hilmar Jan Hansen.
Millum annað verður prátað við Ársins Borgara í høvuðsstaðnum, Jørleif Kúrberg, ið kemur at greiða nærri frá onkrum av tí, sum varð brúkt sum grundgeving fyri, at Lions Club Tórshavn valdi at geva honum heiðurin.
Somuleiðis kemur Stanley Samuelsen á gátt á Hvonn at spæla onkran Beatles-sang, nú Beatles-vika hevur verið alla hesa vikuna í SMS og serligur Beatles-dansur verður í Sjónleikarhúsinum. Eisini verður eitt lítið prát við Stanley, sum við stuttum skotbrá er lopin til, nú Evi Tausen fekk forfall.
Jonhard Larsen ætlar sær um tríggjar vikur at renna teir 77 kilometrarnar úr Klaksvík til Havnar, fyri at útvega pengar til Alzheimerfelagið. Vit fáa hann at greiða frá, hví hann ger tað, og so kemur ein gestur eisini at leggja Jonhardi lag á, nú hann skal renna so langan tein.
Og síðst, men ikki minst, kemur eisini enski popp-bólkurin, East 17, sum í síni stórheitstíð hevði fleiri stór hitt sum “House of Love”, “Deep” og onnur, á gátt í sendingini, nú bólkurin er komin á vitjan í Føroyum.