Stanley framførdi Janus í Týsklandi

Fólkasangarin hevur verið við á festivali í Greifswald

Í týska býnum Greifswald hava tey árligan festival, tey kalla Nordischer Klang. Festivalurin leggur dent á norðureurpeiska mentan, og eisini føroyskan mentan er umboðað.
Á festivalinum verða 40 konsertir hildnar, filmar sýndir, og eisini verður skipað fyri framsýningum og fyrilestrum.
Í Greifswald er næstelsta universitet í Europa, og har hava tey eina norðurlendska deild, sum millum annað eisini granskar í føroyskum máli og mentan. Har hava tey millum annað fingið yrkingar eftir Janus Djurhuus týddar til týskt.
Í fjør gav Stanley Samuelsen út fløgu, har hann hevði gjørt tónleik til 12 yrkingar hjá Janus Djurhuus. Og fleiri av hesum sangum vórðu spældir, tá ið Stanley hevði sína framførslu.