Stanley Samuelsen traðkaði barnaskógvar sínar í Fuglafirði. Eisini tónleikaliga. Hann spældi við Silly Boys, har hann byrjaði 13 ára gamal. Hann er føddur í 1951 og flutti í 1970 til Danmarkar. Silly Boys hava tó verið saman fleiri ferðir síðani, t.d. til ?Aftur í 60?ini í 1999. Í Danmark er hann tónleikari og hevur verið við í mongum bólkum. Hann hevur t.d. spælt við Peter Belli, Peter Thorup, Eugen Tajmer, Tamera Rosanes og fleiri. Seinastu árini hevur Stanley verið við í vísuhøpi og boð eru eftir honum í norðurlendska vísuumhvørvinum. Hann hevur ferðast nógv í Finnlandi, Svøríki, Noreg, Danmark, Føroyum, Estlandi, Letlandi og Litava.
Stanley hevur í hesum londum fingi sera góð ummæli fyri sang og sítt vakra og virotuosa guitarspæl. Leingi hevur verið bíðað eftir fløgu - bæði her heima og aðrastaðni.
Nýggja fløgan hjá Stanley prógvar hansara dygdir sum sangari, guitarleikari og sangskrivari. Á fløguni hevur hann sett løg til yrkingar hjá kendum føroyskum yrkjarum, t.d, Djurhuus brøðurnar, Poul F. og Mikkjal á Ryggi. Fløgan nevnist ?Um eg kundi kvøðið...?og fæst í sølubúðunum kring landið.










