Stanley Samuelsen spælir á Segloftinum á Tvøroyri í annaðkvøld, men longu í dag ber eisini til at hoyra Stanley live í Fuglafirði.
Hann er á ferð kring landið, og ferðaætlanin sær soleiðis út:
18. november kl 16:10 - 16:30 Live - Rás2
18. november kl 20 Fuglafjørður, Ribarhus.
19. november kl 21 Tvøroyri, Seglloftið.
20. november kl 16 í Hoyvíkar kirkju.
20. november kl 19:30 Kollafjarðar kirkja.
Stanley kom undan kavi aftur fyri eini 10 - 12 árum síðani, tá hann gav fløguna út, ið nevnist Um eg Kundi Kvøði. Í sekstiárunum var Stanley kendur tónleikari í Føroyum saman við Silly Boys í Fuglafirði. Í 1970 flutti hann til Danmarkar og gjørdi eiisni vart við seg har, men í Føroyum var so at siga stilli kring guitarsnillingin úr Fuglafirði.
Síðani útgávuna við Um eg Kundi Kvøði eru aðrar fløgur komnar út, og Stanley hevur aftur kastað akker í føroyskum hjørtum, og telist millum fremstu troubadourar okkara, og tónleikahugað leggja serliga til merkis guitarleikin, ið er framúr.










