Stankov: Angri ikki tíðina í Føroyum

- Í fjør gekk væl, men í ár hevur ikki eydnast, men eg eri glaður fyri tíðina her

Í gjár bleiv kunngjørt, at Aleksandar Stankov og HB hava í sátt og semju valt at slíta sáttmálan teirra millum. Eftir eitt framúr kappingarár í fjør, so hevur einki eydnast hjá sterka makedonanum í ár. Eftir tvey ár í føroyskum fótbólti, er tíðin hjá Aleksandar Stankov komin at enda.

 

Les eisini: Aleksandar Stankov gevst í HB

 

- Eg væntaði ikki, at eg fór at verða í Føroyum so leingi, men eg angri als ikki tíðina her. Eg havi havt tað gott og havi møtt nógvum góðum fólki. Eg haldi, at tú kanst altíð menna teg sum menniskja, við at búgva í ymiskum støðum við ymiskari mentan, sigur Aleksandar Stankov, sum seinni í vikuni fer av landinum.

 

Hann kom til HB saman við eitt nú Martin Bergvold og Daniel ”Elly” Pedersen, sum skuldu fáa HB aftur á tingin. Tað bleiv til 18 dystir, men serliga uppihalds- og arbeiðisloyvið gjørdi, at tað ikki bleiv til fleiri enn tíggju mál. Í ár hava skaðar gjørt, at tað er blivið til seks dystir og eitt mál

 

- Persónliga gekk tað væl í fjør, men í ár havi eg verið óheppin við øllum skaðunum. Eg eri takksamur fyri at hava verið ein partur av felagnum. Við nýggja venjaranum og fólkunum kring felagið, so haldi eg at tey eru á rættari leið, til at fáa felagið aftur har tað hoyrir heima – nevniliga á toppinum. Eg ynski teimum alt tað besta í framtíðini, sigur Aleksandar Stankov at enda.

 

Aleksandar Stankov er 27 ára gamal. Hann er úr Makedonia, har hann hevur spælt við U21-landsliðnum. Hann hevur eisini búð í Hollandi og í Danmark.