Standmynd sett upp við Toftavatn

Símun Nónklett hevur við góðari hjálp frá øðrum gjørt eina standmynd av "Seyðamanni við hundi", sum er sett upp millum Ytra Vatn og Innara Vatn við Toftavatn í Eysturoynni.

Ein gøta er gjørd runt Innara Vatn frá skúlanum við Løkin í Runavík og niðan á Svangaskarð á Toftum, sum nógv fólk dagliga hava gleði av at ganga eftir, og standmyndin er eitt vakurt ískoyti á hesum túri. Seyðamaðurin hyggur niðan undir hamaran eftir horvnari ær og hundurin stendur við lið hansara.

Standmyndin minnir okkum á arbeiðið hjá seyðamanninum, sum ofta er einsamallur, og samspælið millum náttúruna og menniskja. Standmyndin er stoypt úr betong.

(innsent)