Tað skrivar Torshavn.fo
Seinastu dagarnar er Nólsoyar Páll komin upp at standa í Vágsbotni, modellið av gomlu Havnini hjá Birgar Johannesen verður sýnt fram í Snarskivuni, og Gøtusóparin er avdúkaður við ráðhúskjallaran á Vaglinum.
Og nú er avgjørt, at standmyndin av Andreu Árting endiliga kemur upp at standa í Steinatúni.
- Nú er uppá tíðina, at henda megnar fakfelagskvinna, sum stýrdi Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár, fær eina standmynd reista í Steinatúni, sigur Heðin Mortensen.
- Tórshavnar listaráð mælti í síni tíð til, at standmyndin verður í Steinatúni. Málið er gamalt, og vit fara at halda okkum til upprunaliga tilmælið um eitt fólksligt verk, sum skal vera sjónligt í býarmyndini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Ætlandi skal alt verða liðugt til kvinnudagin 8. Mars 2023. Tað eru 620.000 krónur tøkar frá kommununi og øðrum, sostatt vanta um 2,2 miljónir.
- Hetta fari eg í gongd við at útvega skjótast, soleiðis at vit vónandi klára at fáa verkið upp at standa til kvinnnudagin í 2023, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.