Standard skuldi áseta standardin

Flestu bilar fáast í standard ella luksus útgávum. Frá síðst í 40-árunum og nakað inn í 60-árini var Standard eitt kent bilmerki her í landinum. Hesir bilar fingu heilt einfalt navnið Standard, tí teir skuldu áseta standardin fyri góðari bilaframleiðslu

Standard verksmiðjan varð stovnað í 1903 av Reginald Maudsley í Coventry í Onglandi. Endamál hansara var at gera bilar, ið vóru settir saman av lutum, sum vórðu royndir, kannaðir og góðkendir sum álítandi.

Bilarnir fingu heilt einfalt navnið Standard, tí teir skuldu áseta standardin fyri góðari bilaframleiðslu. Reginald Maudsley kom í fíggjarligar trupulleikar í 1907, og ein bilhandlari í London yvirtók fyritøkuna. Í 1912 kundi hann keypa fyritøkuna aftur við hjálp frá góðum vinum. Tey næstu 20 árini vaks fyritøkan støðugt og flutti í størri høli á einari verksmiðju í Canley í útkantinum av Coventry, sum hevði gjørt flogfør undir fyrra heimsbardaga.

Í 1928 varð Standard fyritøkan yvirtikin av John P. Black, ið var versonur William Hillmann og arbeiddi fyri bilverksmiðjuna Hillmann Motor Company.

Tá stovnarin av Standard fyritøkuni, Reginald Maudsley, doyr í 1934 bleiv John Black stjóri í Standard fyritøkuni. Undir hansara leiðslu vaks framleiðslan frá 5.000 til 50.000 bilar áðrenn seinni heimsbardagi brast á.

Hóast Standard ikki framleiddi sportvognar, høvdu teir samstarv við tvær stórar verksmiðjur, sum framleiddu sportvognar, SS Jaguar og Morgan.

Undir krígnum bleiv lagt um til framleiðslu av hernaðarakførum og øðrum hernaðarligan útbúnað. John Black fekk ein riddarakross fyri sín lut undir krígnum.

Áðrenn kríggið var av, hevði Sir John P. Black, sum hann nú kundi kalla seg, gjørt ætlanir fyri framtíðina. Hann vendi sær til William Lyon hjá SS Jaguar og skjeyt upp fyri honum, at teir gjørdu eina samstarvsavtalu um framleiðslu av sportvognum.

John Black var góður handilsmaður, men var ringur at samstarva við.

William Lyon var nóg vitugur og realistiskur til at síggja, at teir høvdu lítlar møguleikar at samarbeiða. John Black bar seg at á sín eyðkenda hátt og gjørdi av, at hann vildi kappast beinleiðis við Jaguar bilarnar hjá William Lyon.


Standard

keypir Triumph

John Black sá, at hann kundi ikki brúka Standard bilarnar at kappast við, og ásannaði, at hann mátti útvega eitt annað ?fínt? bilmerki til ein góðan prís. Hann keypir Triumph fyritøkuna, sum eisini var í Coventry.

Triumph hevði verið í fíggjarligum trupulleikum áðrenn kríggið, og ein verkfrøðingafyritøka hevði keypt fyritøkuna í 1939, og í 1940 var hon næstan heilt oyðiløgd av týskarum.

Eigarnir høvdu ongan áhuga í at framleiða Triumph bilar, og 24. november í 1944 seldu teir fyritøkuna til Standard verksmiðjuna.

Sum úrslit av góðu handilsevnunum hjá John Black, kundi Standard nú hava Triumph sum eitt meira fínt og sportligt bilmerki til bíligan prís at kappast við Jaguar.