Eitt av evnunum, sum kunna var um á ráðstevnuni í Aberdeen, var ein sáttmáli, ið er ætlaður til vanligar veitingar innan oljuvinnuna í føroyskum øki
Í 1999 tók oljubólkurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag stig til, at funnið var fram til eina sáttmála- fyrimynd, ið kundi nýtast til tær vanligastu veitingarnar í einari komandi oljuvinnu.
Orsøkin til hetta stig var, at sáttmálar millum útbjóðarar og veitarar innan oljuvinnuna, bæði eru rúgvusmiklir í vævi og víkja frá vanligum kendum reglum innan keyp og sølu í øðrum vinnugreinum. Eisini kundi staðfestast, at ymisku oljufeløgini og stóru undirveitarir teirra, brúka ymisk sáttmálasnið.
Arbeiðsgevarafelagið metti, at slíkir sáttmálar, og enntá fleiri ymiskar útgávur, kundu gerast tungir fyri smáar føroyskar fyritøkur. Tí ynskti felagið at fáa eina sáttmálafyrimynd, sum øll oljufeløgini játtaðu at brúka, skrivar Vinnuhúsið.
Fyrst í mars
Gongd kom ikki á hetta arbeiði fyrr enn oljufeløgini á heysti 2000 funnu saman í ein samstarvsbólk - tað sum nú eitur FOÍB. Síðani hava umboð fyri oljubólkin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og oljufeløgini hittst regluliga á arbeiðsfundum, og fyrst í mars fekst semja um ein sáttmála.
Sáttmálin fæst á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Fyribils er hann bert á enskum, men hann kemur so skjótt sum gjørligt í einari føroyskari útgávu, og eisini er ætlanin at geva útgreinandi viðmerkingar til einstøku greinirnar.
Sáttmálin er ætlaður til tær vanligastu veitingarnar í einari komandi oljuvinnu, fyri sokallaðar »Low risk onshore services« skrivar Vinnuhúsið.










