Standandi loyvir í trý ár

- Havstovan metti tað vera rætt at loyva rolyndarfiskiskapi eftir hvítingsbróðri, so tvey tríára loyvir eru latin til Atlantsfarið og South Pelagic, ið er eitt felag í Vági, sigur Jacob Vestergaard

Tað var Christian í Grótinum, sum í fjør royndarfiskaði eftir hvítingsbróðri.
Havstovan metti tað vera rætt at royndarfiska eftir hvítingsbróðri. Seinast roynt varð eftir hvítingsbróðri var í 1996, tá nýggja lógin kom í gildi, og tað eru strangir reglar, sum skipini skulu halda, sigur Jacob Vestergaard.
Eitt nú skulu skipini brúka rist og eftirlitsfólk eru eisini við.
Loyvini eru givin í eitt tríára skeið, og tað eru reiðaríið hjá Atlantsfarinum og South Pelagic, sum eigur Grunnabarð, sum hava fingið hesi loyvini, sigur Jacob Vestergaard.
Tað er lítil hvítingsbróður at fáa í løtuni, men tekur hann seg upp, kundi tað verið ein vinna hjá nøkrum skipum.