Standa vit saman vinna vit fram á

- Eg vóni, at limirnir skilja krøvini, sum sett eru í sáttmálasamráðingunum, sum hava verið og teimum, sum standa fyri framman, segði Ellintur Abrahamsen á aðalfundi í FSN

Aðalfundur

Ellintur Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, segði á aðalfundi felagsins týsdagin, at FSN hevur havt eitt positivt rakstrarúrslit í farna ári.
Hann vísti á, at frá 1. desember eru tøku hølini hjá felagnum leigað útaftur, og tí metir leiðslan, at árið 2004/ 2005 eisini fer at hanga saman fíggjarliga, tó at onkrar ábøtur eru, sum mugu gerast.

Skilja krøvini

Á aðalfundinum segði formaðurin seg vóna, at limirnir skilja krøvini, sum felagið hevur sett í farnum sáttmálasamráðingum ? og í teimum samráðingum, sum standa fyri framman.
- Standa vit saman, eiga vit at vinna fram á, men standa vit ikki saman, er tap í hendi, segði hann.
Á aðalfundinum legði formaðurin dent á, hvussu umráðandi tað er fyri felagið og tess limir, at hesir gera vart við seg, tá ið teir meta seg ikki at hava fingið síni rættindi.
- At gera vart við seg, gevur felagnum besta møguleikan fyri at arbeiða víðari við málinum, segði hann.
Ellintur Abrahamsen segði seg vóna, at limir felagsins fáa eitt gott komandi ár, tá ið farið verður aftur til verka.