Haldarar hjá Televarpinum síggja nú DR 1 og 2. Fríggjadagin kom avtala í lag millum partarnar, at allir fýra grundpakkarnir hjá Televarpinum framyvir fara at innihalda donsku rásirnar.
Televarpið hevur arbeitt við at fáa hesar rásirnar í langa tíð. Samráðingarnar hava drigið út av ymsum orsøkum, men hesuferð bar sum sagt til.
Tað fegnast Laila Hentze, stjóri, um. Hon sigur, at hetta er ein liður í royndini hjá Televarpinum at fáa enn fleiri norðurlendskar rásir í teirra grundpakkar. Eitt nú hava tey sett nøsina upp eftir at fáa norsku rásina NRK. Tað verður tó ikki rættiliga enn, sambært Lailu. Men hon væntar, at tað verður einaferð komandi ár.
Laila Hentze sigur, at hetta hevur stóran týdning fyri Televarpið. Hon heldur, at við DR 1 og 2 rásunum hava tey fingið eina betur vøru at bjóða kundunum. Eisini er vøran vorðin áhugaverd fyri enn fleiri møguligum kundum. Hartil heldur hon, at Televarpið nú stendur sterkari í kappingini við tað, at tey kunnu bjóða fleiri rásir fyri ein rímuligan prís.
? Vit hava kempað fyri hesum og at kunna veita eina góða tænastu, og tað meti eg hervið er eydnast okkum. Men hetta er sum sagt bert ein liður í at fáa enn fleiri norðurlendskar rásir í okkara pakkar, sigur Laila Hentze.
Betur tænasta
Grundpakkarnir hjá Televarpinum dýrka nakað, nú DR 1 og 2 er komnar afturat. Men samanborið við prísin, sum vanligir paraboleigarar skulu gjalda fyri at fáa tær báðar rásirnar, má sigast, at Televarpið hevur munandi betur tilboð.
? Ein av orsøkunum til, at samráðingarnar drógu út, var nevniliga prísurin. Vit vildu ikki, at okkara kundar, sum longu frammanundan gjalda millum knapt 200 og knapt 300 krónur um mánaðin, skulu uppliva eina stóra príshækking fyri tvær rásir, greiðir Laila frá.
Men nakað dýrkar mánaðargjaldið kortini.
Sum dømi kann nevnast, at um ein haldari hevur Ælaboga pakkan, so kostar hesin í dag 269 krónur um mánaðin. Donsku rásirnar merkja ein eykakostnað upp á 30 krónur. Men Laila Hentze sigur, at prísurin hækkar ikki fyrr enn 1. desember.
? Fyri at veita kundum okkara eina góða tænastu, hava vit gjørt av, at teir kunnu síggja hesar báðar rásirnar ókeypis inntil 1. desember, tá gjaldið hækkar við teimum 30 krónunum, sigur Laila Hentze, stjóri á Televarpinum.









