Standa seg betri á útivølli

Tá ið HB í kvøld fer til Runavíkar, er dagsskráin at varðveita møguleikan næsta summar at taka lut í europeiskum fótbólti. Hjá NSÍ var dagsskráin leingi at varðveita plássið í bestu deildini. Tað málið hava teir við Løkin rokkið, og nú ræður tað í fyrsta umfari um at vinna kappingina um sætta plássið, sum B36 nú er á.

Tað er merkisvert, at NSÍ og HB hava vunnið innanhýsis uppgerðirnar í ár á útivølli og tapt á heimavølli. Í báðum førum var talan um 4-2 sigrar til gestirnar.

Felags fyri bæði liðini er, at tey í síðstu viku høvdu spælarar í landsliðsferðalagnum, sum longu mánadagin hittist at fyrireika seg til ferðina til Týsklands. Hjá NSÍ snýr tað seg um málverjan Kristian Joensen, verjuspælaran Pól Jóhannus Justinussen og álopsspælaran Klæmint A. Olsen.

Hjá HB snýr tað seg um miðvallararnar Fróða Benjaminsen og Símun Samuelsen. Hallur Hansson umboðaði fyri síðstu ferð í hesum umfarinum HB í 3-2 tapinum ímóti EB/Streymi. Hann er nú fluttur til AaB í superliguni.