Tað segði Anna Maria Reinert Jensen, skúlastjóri, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Mikið kjast stóðst av, at skúlin hevði gjørt skilhaldsreglur um, hvussu gentur ikki skulu vera ílatnar.
Ein sum hevur lagt seg út í kjakið er Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum millum annað var í Breddanum hjá Kringvarpinum og fanst at avgerð skúlans. Í sendingini var eisini sagt, at børnini sum mótmæli ímóti skilhaldsreglunum um klæðir møttu upp í skúlanum í nalvablusum og keppi. Men tað passar ikki, segði skúlastjórin við útvarpið í dag.
Skúlaleiðslan hevur lagt soljóðandi skriv út á heimasíðu skúlans:
»Vit hava ein góðan skúla. Og vit, starvsfólkini, standa saman um at ansa væl eftir stórum og smáum, soleiðis at starvsfólkini fáa bestu arbeiðsumstøður, og at næmingarnir fáa góðar læriumstøður.
Vit hava góð starvsfólk. Tey eru sterk, kompetent og virkisfús. Somuleiðis hava vit fittar og dugnaligar næmingar, og foreldur sum stuðla skúlaskapin væl. Vit vilja rósa næmingunum fyri at vera fittir og sakligir, tá teir føra síni sjónarmið fram og spyrja. Hetta er ein partur av almenna “dannilsinum”.
Almenna dannilsið fevnir eisini um, hvussu vit lata okkum í til ymisk høvi.
Vit hava á heimasíðu skúlans víst á, hvat vit halda er sømiligur atburður og klædnastílur, tá ið vit eru í skúla.
Skúlin er eitt arbeiðspláss, og har lata vit okkum sømiliga í.
Sambært fólkaskúlalógini, gera leiðslur og skúlastýri skilhaldsreglur í skúlum.
Blíðar heilsanir
Leiðslan í Vestmanna skúla.
Anna Maria Reinert Jensen (stjóri) og Elin Maria Ó. Olsen (varastjóri)«