-Standa saman um mentanina

Hóast teir báðir Edmund Joensen og Sjúrður Skaale mangan eru ósamdir, tá ið umræður politisk viðurskifti, so standa teir saman sum ein maður, tá ið umræður mentan.

 

Tað gjørdu teir greitt í Ghetto Føroyar í gjár.

 

Í dag er Mentanarnátt í Keypmannahavn, og tað inniber eisini eitt føroyskt mentanarligt íkast.

 

Á Christiansborg verður føroyskur tónleikur við Una R. Debess, Høgna Lisberg og kórini Mpiri. Haraftrat verður føroyskur laksur frá Ársins Virki Luna borðreiddur, og sum prikkurin yvir i'ið verður dysturin millum Føroyar og Svøríki vístur.

 

Hoyr samrøðuna við Edmund Joensen og Sjúrð Skaale her: