Hóast teir tvær ferðir í árinum hava tókst tveitt allar møguleikar fyri borð, so er B36 framvegis partur av oddastríðnum. Ein somikið stórur partur, at teir enn hava møguleikan at avgera alt sjálvir við tveimum sigrum í teimum báðum seinastu dystunum.
Eftir dystin í Runavík, sum tryggjaði teimum framhaldandi møguleika fyri hesum hittu vit Allan Mørkøre, og hann helt fyri, at hetta var nakað sum vitnaði um sálarligu styrkina á liðnum.
- Sjálvur haldi eg, at hetta avgjørt er nakað, sum hevur prógvað styrkina á liðnum. Vit hava tvær ferðir hava reist okkum eftir nøkur minni sannførandi avrik, og seinastu báðar dystirnar hava vit eisini sýnt stóra styrki. Móti FS Vágum gekk illa, og teir javnaðu, men kortini vunnu vit, og eisini í dag megna vit at seta trumf á, tá hinir hava takið. Vit hava allir staðið sum ein maður, tá mest hevur staðið á, og tað hevur givið úrslit, sigur Allan.
Gleðir seg
Og at hetta fyribils hevur givið tað úrslit, at B36 nú stendur fyri eini FM-finalu ímóti grannunum úr HB, er heilt avgjørt nakað, sum royndi leikarin fegnast um.
- Tað eru júst útlitini til slíkar dystir, sum gera, at tú tímir at halda á við venjingini. Og at tað júst skal vera ímóti HB hesaferð ger tað bara eyka stuttligt. Tað er so einki at ivast í, at karmarnir verða perfektir til dystin, og so er tað bara upp til leikararnar at gera sítt ítarsta. At tað verður stuttligt, tað ivist eg ikki í, sigur Allan Mørkøre at enda.
Mynd: Allan
- Vit hava allir staðið sum ein maður, tá mest hevur staðið á, og tað hevur givið úrslit, sigur Allan Mørkøre










