Standa púra spyrjandi

Forstjórin í Eik Banka, Marner Jacobsen, kennir als einki til, at Eik Grunnurin og harvið Eik Banki skal vera í svárum fíggjarligum trupulleikum. – Vit hava innfríað eitt lán, sum Eik Grunnurin hevði í einum donskum konkursbúgvi, tað er alt, sigur Marner Jacobsen

Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, kennir als einki aftur í teirri blaðgrein, sum stendur í Jyllandsposten um vikuskiftið.

- Tað undarliga er, at hendan blaðgrein er skrivað út frá einari samrøðu, sum hesin blaðmaðurin, Thomas G. Svaneborg, hevði við meg. Og hóast eg greiddi honum frá støðuni, so hevur hann vent øllum á høvdið, sigur Marner Jacobsen.

Tá danski Ebh Bank fór av knóranum og statsliga avviklingsfelagið yvirtók bankan, varð eitt lán, sum Eik Grunnurin hevði hjá bankanum uppsagt, og tað er hetta lánið, sum Eik nú hevur innfríað.

- Tað verður eisini róð upp undir, at Skráseting Føroya skal hava innkallað til kreppufundar í dag, men heldur ikki hetta hevur blaðmaðurin fingið rætt í hálsin. Søgan um fundin í dag er ein heilt onnur, sigur Marner Jacobsen.

Hann sigur, at bankin tann 24. februar fekk eina áheitan frá Skráseting Føroya um at koma við nøkrum upplýsingum, og henda áheitan varð viðgjørd á nevndarfundi tann 26. februar. Eftir hetta vórðu upplýsingarnar savnaðar og frágreiðing skrivað, og hetta varð alt góðkent á nýggjum nevndarfundi 20. mars.

- Og tað er hetta, fundurin í dag snýr seg um. Tað var heldur eingin freist ásett í áheitanini frá Skráseting Føroya, og fundurin í dag er fingin í lag fyri at vit kunnu greiða frá teimum upplýsingum, sum vit geva skrásetingini, sigur Marner Jacobsen.

 

Ikki mín avgerð

Tá róð verður upp undir, at tað kann vera óheppið, at sami nevndarformaður er í Eik Banka og í Eik Grunninum, so er tað ikki nakað, sum forstjórin í bankanum hevur funnið upp á.

- Tað stendur beinleiðis í lógunum, at nevndarformaðurin í Eik Grunninum skal koma frá nevndini í bankanum, so tað er ikki nakað, leiðslan hevur funnið upp á, sigur Marner Jacobsen.

Hann vísir eisini á, at Eik Grunnurin hevur ein eginkapital, sum er omanfyri 1,5 milliardir krónur, og tí skilir hann ikki, at nakar kann pástanda, at ognirnar hjá grunninum eru »misligholdt«, sum tað eitur í greinini hjá blaðmanninum.

- Blaðmaðurin rør eisini upp undir, at tað skal vera nakað suspekt við partabrævasøluni í Investea Sweden Properties, tí vit máttu staðfesta eitt tap upp á hesa søluna. Men sum eg eisini segði við hann, at sjálvt um tað so vóru AP Møller partabrøv, vit seldu, so høvdu vit eisini staðfest eitt tap har, heilt einfalt tí at støðan á partabrævamarknaðinum er, sum hon er, sigur Maner Jacobsen.

Forstjórin í Eik Banka avvísir tí staðiliga, at nakar vandi er á ferð, hvørki hjá Eik Banka ella hjá Eik Grunninum.

Tað er í hvussu er ikki nakað, vit kenna nakað til, sigur Marner Jacobsen.