Tað sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, um víkinga miðvallaran Hall Hansson, sum í løtuni leitar sær eftir felagi uttan fyri landoddarnar.
- Vit ynskja sjálvandi at Hallur heldur fram í felagnum, men um hann fær eitt spennandi tilboð uttanlands, so fara vit ikki at standa í vegin, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.
Hallur Hansson valdi í vetur at skifta yrkisleiðina sum fótbóltsspælari í AaB út við Víking. Hallur hevur meldað út, at hann framvegis hevur í sinni at gera yrkisfótbóltsspælari. Hallur hevur sáttmála við Víking fyri hetta kappingarárið.










