Standa í Kastrup og bíða

U19-landsliðið merkir lítið til, at terminal 3 í Kastrup varð stongdur í morgun, av ótta fyri yvirgangsálopi.

U19-landsliðið hjá dreingjum hevur seinastu dagarnar luttikið í eini EM-undankapping í Rumenia, men komu í morgun til Kastrup.

 

Terminal 3 í Kastrup varð fyrr í dag stongdur og fólk rikin úr honum, eftir at ein illgrunaverd taska varð funnin. Ótti var tí fyri, at eitt møguligt yvirgangsálop var í gerð.

 

Oddbjørn Joensen, venjari hjá U19-landsliðnum sigur, at teir hava tað allir gott, og at teir ikki merkja stórvegis til tað, sum hendir í terminali 3. Teir eru júst komnir úr Týsklandi og komu tí inn á Terminal 3, sum er har, sum ferðafólk úr altjóða partinum av flogvøllinum koma út.

- Vit vistu einki um hetta, fyrr enn vit lendu. Tá fingu vit boð um at fara beinleiðis yvir í terminal 2, at ganga skjótt, men róliga. So her standa vit nú. Einasta neiliga er, at vit nú mugu standa og bíða eftir viðførinum, og tað fer allarhelst at taka longri tíð enn vanligt, sigur Oddbjørn Joensen.

 

Hann sigur, at nógv løgregla er til staðar á flogvøllinum og tað er týðiligt, at okkurt er á vási, men annars eru fólk sum heild sera rólig  og alt gongur friðarliga fyri seg.