- Fólk eru so bangin fyri at royna nakað nýtt, kanska tí tey ikki vilja sleppa tí, tey hava. Tey standa á ein fótbremsu og halda í handbremsuni.
Soleiðis sigur Connie Dalsgaard, sum er vorðin frísk av kroniskum tarmbruna, eftir at hon hevur lagt kostvanarnar um eftir ráðum frá heilsukostráðgevanum, Olgu Hentze á Toftum.
- Viðgerðin hjá Olgu er so avgjørt einki at ræðast, tí tað snýr seg bara um at eta øðrvísi. Í veruleikanum hava fólk einki at missa, men alt at vinna við at royna hennara ráð, sigur Connie.
Leitar tú upplýsingar í læknabókunum ella á internetinum um hesa herviligu sjúku, sært tú, at sjúkan hevur sera nógvar plágur við sær.
Støðug høvuðpína, bleytur magi og varandi møði eru bara nøkur fá mein, ið heimsøkja hesar sjúklingar.
Tá Connie frætti um Olgu, gjørdi hon av at ganga eftir hennara ráðum. Eftir drúgva kanning, segði Olga henni, hvat hon kundi eta og ikki minst, hvat hon ikki mátti eta.
- Eg merkti mun beinanvegin, og tað var ikki neyðugt at bíða eftir virknaðinum í langa tíð, sigur Connie.
Connie sigur, at hon umframt, at hon er vorðin frísk, eisini hevur fingið fleiri nógv meiri orku.
- Eg haldi, at heilsuverkið fer alt ov nógv eftir sjúkueyðkennunum,
heldur enn at leita eftir orsøkini til sjúkuna, sigur hon.