Standa eftir við eini tannleysari lóg

- Hetta prógvar tað, sum minnilutin í Trivnaðarnevndini hevur sagt alla tíðina, at málið ikki hevur verið lýst til fulnar. Vit hava bønað og biðið forkvinnuna, um ikki at leggja málið fyri tingið, tí vit halda ikki, at tað hevur verið búgvið til viðgerð, og vit hava sæð í dag, at so varð, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

- Tað er eisini óhoyrt, at meirilutin í eini nevnd leggur eitt broytingaruppskot fram, uttan at tað hevur verið viðgjørt í nevndini áðrenn, sigur hann.

 

Jenis av Rana sigur, at hann nú fer at biðja løgtingsskrivstovuna koma við einum løgfrøðisligum svari til ætlanirnar um at strika grein 14 stykki 2 úr lógini.

 

- Í allari viðgerðini hevur Løgtingsskrivstovan sagt, at tað hvørki ber til at broyta ella strika hasa greinina, so vónandi fáa vit nú greiði á tí, sigur hann. Løgtingsskrivstovan hevur víst á, at tá tað kemur til ríkislógartilmæli er einans loyvt við einari broyting og hana hava føroyskir myndugleikar longu brúkt, tá teir góvu samkomuleiðarum og øðrum umboðum fyri fríkirkjur loyvi at víga fólk.

 

- Nú mugu vit fáa eitt greitt svar frá løgtingsskrivstovuni. Har afturat mugu vit fáa bisp inn aftur at greiða frá, um tað er rímiligt, at revsa øll onnur borgarlig vígd, ið ynskja kirkjuliga signing, bara fyri at nokta teimum samkyndu hesa signing yvir hjúnaband sítt, sum Jenis av Rana málber seg.

Hatta er sum í einum barnagarði: Um eg ikki sleppi, sleppur tú heldur ikki, sigur Jenis av Rana.

 

Jenis av Rana heldur, at í roynd og veru standa uppskotsstillararnir nú eftir við einum tannleysum uppskotið og samanber við skaldsøguna Gamli Maðurin og Havið hjá Ernest Hemingway.

- Santiago fangaði ein stóran fisk, men tá hann kom til lands, høvdu hávarnir etið alt av fiskinum, so einans roðið var eftir. Fyrst skuldi lógin koma í gildi 1. apríl, síðani 1. desembur. Nú skulu vit bíða eftir einum donskum ráðharra at broyta eina aðra lóg, áðrenn hendan kann koma í gildi, sigur Jenis av Rana.

 

Hann væntar kortini ikki, at danir fara at eftirlíka ynskinum frá føroyingum. Ikki tí, at teir ikki vilja, men tí at tað verður lættari hjá føroyingum at broyta lógina sjálvir, tá hon er yvirtikin.

- Mest hugsandi fara danskir myndugleikar at vísa á, at vit eru í ferð við at yvirtaka hesi málsøkini. Hví skulu danir so tíma at nýta tíð upp á málið? Tí tað fer at taka tíð. Seinast, eitt slíkt ríkislógartilmæli varð broytt frá føroyskari síðu, tók tað hálvt triðja ár, áðrenn danir eftirlíkaðu føroyska ynskinum, sigur Jenis av Rana