Standa eftir við stórari rokning og ongum barni

- Trupulleikin er tann, at nógvar av familjunum hava goldið nógvan pengar í sakarmálsviðgerð og annað, og tað man nú stendur eftir við er einari stórari rokning og ongum barni.


Tað sigur Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, í samrøðu við Rás 2, nú hon hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendis- og heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um støðuna hjá føroyskum familjum, ið eru komin í klemmu nú danir hava avgjørt at steðga alla ættleiðing úr Etiopia.


Sambært tingkvinnuni eru tað fleiri familjur, ið eru endaði í hesi óhepnu støðu.


- Tað eru fleiri føroyskar familjur, ið er komin í trupulleikar orsaka av tí avgerð, ið tann danski ráðharrin hevur tikið, um at steðga alla ættleiðing úr Etiopia.


- Tað eru einar hundrað familjur, ið eru komin í hendan trupulleikan, harav kanska einar sjey føroyskar familjur.


Annika Olsen heitir tískil á landsstýriskvinnuna um at fara í samráð við danskar myndugleikar fyri at finna eina loysn, so at føroysku familjurnar kunnu fáa hjálp.


Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir greinini.