Tað er einki nýtt at frætta í spurningium um Klæmint Eli Poulsen, og politiið veit ikki hvat er hent.
Tað er ikki til at siga, hví bilurin við Klæmint Eli Poulsen er endaður í havinum í Oyndarfirði.
- Vit hava onga sum helst ábending um, hví bilurin er endaður á sjónum. Vit vita ikki, um okkurt óhapp er hent, ella talan er um eina tilvitaða gerð, sigur vakthavandi.
Bilurin endaði 15 metrar út frá bryggjuni og tað kundi verið tekin um, at hann er farin á sjógv við einari ávísar ferð.
- Vit vita ikki, hvat hann hevur gjørt, fyri at sleppa úr bilinum, ella um hann einki hevur gjørt. Vit kunnu bara fyribils staðfesta, at hann var í bilinum, tá hann var funnin, sigur vakthavandi.
Kristian Dahl, politikommiserur, visti í gjár ikki nágreiniliga at siga, nær bilurin var farin í havið.
Líkkanning verður mánadagin, og tá fer Akstovan eisini undir at kanna bilin.