Unnar er upprunaliga úr Íslandi, men býr í Danmark, har hann eisini arbeiðir sum D.J.
Unnar hevur í Danmark arbeitt saman við kenda komikaranum Anders "Anden" Matthesen. Saman við Unnar kemur danski rapparin Clemens, ið skal halda konsert í vikuskiftinum, eisini at framføra.
Um viðrar er ætlanin, at tað heila skal ganga fyri seg uttan fyri, á terassuni hjá Patio.
Hetta verður fysta tiltakið hjá Patio, men vit ætla at skipa fleiri øðrum tiltøkum við t.d. undirhaldi og tónleiki, verður sagt frá kaféini Patio.