Stand up Føroyar í kvøld

Í kvøld verður byrjanar skotið uppá tí fyrstu røðina av stand up kvøldum í Føroyum. Hugnaliga Miðstovan úti í gamla einahandlinum í Klaksvík fer, frá í kvøld av, at bera heitið Stand Up Føroyar, ið er eitt konsept, sum hevur til endamáls at savna fólk saman um undirhald og skemt.

 

Í kvøld fer navnframi gyklarin Ásbjørn Berthelsen at undirhalda í eina løtu. Hann hevur lovað okkum eitt øðrvísi og spennandi kvøld. Annars verður pallurin fríur tað mesta av tíðini, so um onkur hevur okkurt undirhaldandi uppá hjartað, eru ráð fyri tí. Fyrireikarnir bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin.