Stallone og De Niro í ringin

Tveir fyrrverandi boksarar fáa eitt tilboð, teir ikki kunnu siga nei til

Henry ”Razor” Sharp og Billy ”The Kid” McDonnen er tveir fyrrverandi boksarar í Pittsburgh, sum høvdu eirindaleysa kapping ímóti hvørjum øðrum. Tá ið teir vóru í hæddini , høvdu teir vunnu ein dyst ímóti hvørjum øðrum, men beint fyri triða og avgerandi dystin, teir skuldu boksa í 1983, takkaði Razor fyri seg.
Nú hevur ein fyriskipari lokkað Razor og The Kid aftur í ringin at boksa, og hóast teir eru blivnir eldri menn, taka teir av tilboðnum. Nú skal avgerandi dysturin millum Razor og The Kid boksast.
Sylvester Stallone er í leiklutinum við Henry Razor Sharp og Robert De Niro spælir Billy The Kid McDonnen.
Filmurin var frumsýndur í gjárkvøldið og kann síggjast í biografi komandi tíðina.