Stalin beindur burtur á nátt

Tá fólk í georgiska býnum Gori komu oman í miðbýin í morgun, varnaðust tey, at tann stóra standmyndin av gamla einaræðisharranum Josef Stalin var horvin. Stalin var ættaður úr Gori, og nógvir Gori-búgvar eru stoltir av, at tann gamli landsfaðirin var ættaður haðani.

Myndugleikarnir í býnum høvdu heldur ikki sagt frá, at tann seks metrar høga standmyndin skuldi takast niður, og tí bleiv tað gjørt mitt á nátt.

At kalla allar standmyndir og onnur minni um Josef Stalin vórðu beind burtur eftir deyða hansara í 1953, men í heimbýi hansara hevur standmyndin staðið líka til nú.

Russisku tíðindastovurnar skriva, at standmyndin er flutt á eitt Stalin-savn.