Stakkals tjøldur

Hetta er einki veður at bjóða tjøldrunum, um veðurforsøgnin hjá Peturi Skeel Jacobsen, veðurfrøðingi, heldur.

Grækarismessa er í dag, og sum øllum kunnugt er hetta dagurin, tá tjóðarfuglur okkara, tjaldrið, kemur heim til Føroya.

 

Onkur tjøldur eru at síggja ymsa staðni í landinum, men tað er synd at siga, at tey hava fylgt áheitanini frá Crowded House um altíð at taka veðrið við sær.

 

Petur Skeel, veðurfrøðingur, boðar nevniliga frá stormi og ælingi í dag og annars hvøssum vindi restina av vikuni.

 

Hósdagin verður stormur av suðri og útsynningi og ælingur, partvís kavi. Hitalagið millum eitt og fýra stig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í hvassan av útsynningi  og suðri og regn av og á. Hitin millum sjey og tíggju stig. 

 

Sunnudagin og mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum átta og ellivu stig.