Stakk skipsfelaga

Sunnunátina stakk ein 56 ára gamal russiskur sjómaður ein 47 ára gamlan felaga umborð á russiska trolaranum »Ludmila«

Sunnunátina stakk ein 56 ára gamal russiskur sjómaður ein 47 ára gamlan felaga umborð á russiska trolaranum »Ludmila«, sum lá við bryggju í Tromsø í Noregi. Maðurin varð stungin í búkin, og hann varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús.
Løgreglan í Tromsø tók stutt eftir tann 57 ára gamla russiska sjómannin, sum játtaði seg sekan. Løgreglan sigur, at teir báðir menninir vóru farnir upp at keglast um eitt ella annað, og tað endaði við, at tann eldri maðurin stakk hin við knívi.
»Ludmila« liggur í Tromsø, tí ymsar ábøtur verða gjørdar umborð. Sjey russiskir sjómenn vóru umborð á skipinum.